Vit kunnu hjálpa tær, um tú hevur fingið ein liðbands- ella meniskskaða í knæið. Hjá okkum leggja vit dent á, at venjingin er skipað eftir tínum tørvi, og tínum førleika. Ein breið vifta av fólki, ið fáa knæskaða, hava tørv á endurvenjing. Alt frá fólki, ið dáma at spæla innandura fótbólt, ella hava ein virknan gerandisdag, til íðkarar á hægsta støði.
Tað er ymiskt, um fólk at fáa skurðvið ella ikki. Óansæð er tað alneyðugt at endurvinna neyðuga styrki og stabilitet í knænum, eftir ein skaða.
Málrættað styrki- og stabilitetsvenjing kann gera at tú kann venda aftur til tað ítrivið tú dámar. Venjingin er altíð málrættað tær og tínum førleika. Venjingin er eisini tillagað til tín ítrótt/ítriv.
Soleiðis gera vit:

- Fyrst og fremst gera vit eina kanning og seta felags mál
- Venjingin er skipað sum liðvenjingin í Burn Fitness í miðbýnum í Tórshavn
- Vit venja 2-3 ferðir um vikuna (eftir tørvi)
|