Hevur tú fingið eitt nýtt knæ ella eina nýggja mjødn, kunnu vit hjálpa tær við at koma fyri teg aftur eftir skurðviðgerðina. Endurvenjingin eftir eina slíka skurðviðgerð, kann vera drúgv fyri summi, og hava tey flestu tørv á vegleiðing í hvussu ein skal styrkja liðirnar aftur.
Eftir at ein hevur skift knæið, ger skurðviðgerðin javnan tað at ein missir umleið 80% av styrkini í fremra lærvøddanum, og tað kann vera ein sonn avbjóðing at endurvinna hesa styrkina.
Eftir at ein hevur skift mjødn, uppliva fólk í flestu førum minni pínu og betri funktión, men tað sanna potentiali sæst fyrst, tá ein fær røttu endurvenjingina.
Saman við tær leggja vit eina greiða endurvenjingarætlan, sum trygt og greitt skal endurvinna mista førleikan við málrættaðari mobilitets- styrki- og stabilitetsvenjingum. Vit hava vitanina og umstøðurnar, sum tryggjar tær bestu endurvenjingina.
Við okkara hjálp kannst tú aftur liva eitt pínufrítt og virkið lív, har hvørki styrki og pína skal forða tær í at gera tað, sum tú dámar.
Soleiðis gera vit:

- Fyrst og fremst gera vit eina kanning og seta mál í felag
- Venjingin er skipað sum liðvenjingin í Burn Fitness í miðbýnum í Tórshavn
- Vit venja 2 ferðir um vikuna
|