Vit kunnu hjálpa tær, um tú hevur osteoartrosu/slit (OA) í antin knæ ella mjødn.
Hjá okkum lærir tú, hvussu tú kann liva eitt gott og virkið lív við OA, og hvussu tú kann styrkja likamið og minka um pínuna við málrættaðari venjing. Vit hava skipað eitt venjingar-konsept, ið hevur serlig atlit til fólk við OA.
Málrættað venjing til fólk við OA minkar effektivt um pínu, betrar um lívsgóðsku og kropsligan førleika. Venjingin er altíð málrættað tí einstaka, og endamálið er at styrkja vøddarnar kring liðirnar, sum hava OA, soleiðis at likamið styrkist, og at pínan minkar. Ein kann sleppa heilt undan einari ætlaðari skurðviðgerð, einans við at venja málrættað.
Venjingin er altíð skipað av fysioterapeuti, sum lærir teg at handfara pínuna við rørslu og venjing. Eisini leggja vit stóran dent á, at luttakarin fær neyðuga vitan um OA, og hvørja ávirkan venjing kann hava. Venjingin verður skipað sum liðvenjing, har vit hjálpa tær við at venja í tryggum umstøðum, við góðskuríkari vegleiðing, ið altíð hevur tín tørv í sentrum.
Soleiðis gera vit:

- Fyrst og fremst gera vit eina kanning og saman seta vit nøkur mál
- Venjingin er skipað sum liðvenjingin í Burn Fitness í miðbýnum í Tórshavn
- Vit venja 2 ferðir um vikuna
|