![]() Tróndur F. Tróndarson byrjaði at arbeiða í NB Fysioterapi 9. juni, og er at hitta frá kl. 17.00-20.00 týs- og hósdagar í klinikkini í Tórshavn. Tróndur hevur m.a. royndir við ítróttarskaðum og endurvenjing eftir skurðviðgerð. Serliga arbeiðir Tróndur nógv við Aksla trupuleikum og Ultraljóðs skanningum. Til ber at lesa meir um Trónd á nb.fo/trondur
0 Kommentarer
![]() Nú verður Niklas at hitta í klinikkini í Tórshavn hvønn týs- og fríggjadag frá kl. 08.00 til 16.00. Vilt tú lesa meir um hvussu Niklas kann hjálpa tær, ber til at sneyta á heimasíðuni nb.fo/niklas Kanning Tá ein hevur beklað, eru tað tvey ting, ið vit sum fysioterapeutar í høvuðsheitum leggja dent á; sjúkrasøga og testir. Tann sum hevur beklað, dugur í flestu førum at greiða frá hvussu skaðin hendi, og hvønn veg fóturin vendi tá viðkomandi kom til skaða. Sjúkrasøgan kann siga nógv um hvørjir vøddar og liðbond kunna hava tikið skaða. Tey sum bekla illani, hava pínu, hevilsi og avbjóðingar við at leggja vekt á fótin. Um tað ber til, er tað gott at kanna økulin beint eftir skaðan, fyri at staðfesta hvør skaðin er. Um tað ikki ber til, er tað best at kanna fótin 4-5 dagar eftir at skaðin hendi, tí tá er pínan og hevilsi sum oftast minka mundandi, og harvið kunnu vit betur líta á tær testirnar vit nýta. Testirnar vit nýta kunnu siga okkum nógv um skaðan. Sum tað fyrsta verður kannað eftir um viðkomandi hevur eitt brot í fótinum. Meta vit at talan er um eitt brot, viðmæla vit at viðkomandi fer í røntguna. Eisini testa vit eftir um vøddar og liðbond hava tikið skaða, og evt. hvussu stóran skaða. Hetta kann hava ávirkan á hvørja endurvenjingarætlan vit leggja til rættis. Grad 1 - Forstrekt liðband
Útlit Tey flestu merkja at pínan minkar innan tær fyrstu vikurnar, eftir ein øklaskaða. Summi merkja tó til skaðan í longri tíð, og summi eru so óheppin, at tey kunnu hava pínu í fleiri ár.
Fyribyrgjan Vit viðmæla balansu- og stabilitetsvenjing av øklinum. Tað kann definerast sum venjing, ið avbjóðar:
Ein kann stuðla øklinum við tape ella einum skinnara, um ein hevur fingið ein øklaskaða. Serliga skinnarar kunnu fyribyrgja at ein gerst skaddur aftur. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum íðka ítrótt har ein skal finta (fótbólt og hondbólt). Viðgerð Vanligu viðgerðirnar fyri øklaskaðar eru:
Niðurstøða Eftir at ein hevur beklað skal ein kanning gerast. Hareftir skal ein endurvenjingarætlan skipast, ið passar til tann einstaka. Venjingin skal altíð vera á einum støði, ið er avbjóðandi fyri tann einstaka, og fyri at tryggja framgongd. Tann størsti feilurin, ið føroyskir íðkarar gera er, at restin av kroppinum ikki verður styrktur í tíðini eftir at ein hevur beklað. Tað eru so nógvar venjingar ein kann gera, sjálvt um ein hevur beklað, ið kunnu betra um útlitini fyri at koma aftur til ítrótt, uttan at yvirbelasta aðrar partar av kroppinum. Byrjar ein at venja balansu- og stabilitetsvenjing so skjótt sum møguligt eftir at hava beklað, kann tað fyribyrgja at ein beklar umaftur, betra um øklastabilitetin, gera at ein skjótari er klárur aftur til ítrótt og at ein upplivur minni pínu. NB Fysioterapi letur eina klinikk upp í Vestmanna eftir páskir, virksemið byrja 14. apríl 2020.
Klinikkin er í venjingarmiðstøðini hjá Burn Fitness á Niðari Vegi 16. At byrja við, verður tað Bjartur Bernhardson Thomsen fysioterapeutur, sum kemur at verða á klinikkini hvønn týsdag og fríggjadag. Vit okkum til at veita eina dygdar tænastu. Tú kann bíleggja tíð við at ringja ella skriva til okkara. Ynskir tú at vita meir um, hvat arbeiði vit gera, ella um hvussu vit kunnu hjálpa tær, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við okkum á nb@nb.fo ella 308600. Vónandi taka tit væl ímóti okkum. Gleðiligar páskir, vit síggjast.🐥 Vinarliga Niklas Reginsson & Bjartur Bernhardson Thomsen ![]() Í hesum blogginum eru trý høvuðspunkt, ið kunnu geva tínari immunverju eitt boost, og somuleiðis gera teg meir mótstøðuføran yvir fyri smittu. Venjing Venjing er altíð góð fyri títt likam, eisini tá ið tað viðvíkir immunverjuni. Tí er venjing ein góður háttur at geva tínari immunverju eitt BOOST! Um tær ikki dámar alt ov strævnar venjingar (maraton, iron man o.s.fr.), havi eg góð ráð til tín. Til dømis kann ein renni- ella gongutúrur vera ríkiligt fyri, at tín kroppur fær ta rørsluna, hann hevur tørv á fyri at betra tína immunverju. Venjing kann hava fylgjandi ágóðar:
Kostur Við at eta minni feitt og meira grønt, kanst tú eisini geva tínari immunverju eitt boost. Tað sigst, at vegetarar hava betur ella meir effektiv hvít blóðlikam enn fólk, sum ikki eru vegetarar, av tí at teirra kostur inniheldur fleiri vitaminir og minni feitt. Tín kroppur hevur tørv á hvítum blóðlikamum við góðsku, so at kroppurin kann berja bakteriur, virus o.a. Ein góð kropsvekt kann eisini betra um immunverju tína. Yvirvekt hevur ta avleiðing, at kroppurin er í øktum vanda fyri lungnabruna o.ø. sjúkum. Við at eta meir grønt, fær kroppurin fleiri fibrar, ið økir um tína mettheitskenslu, uttan at eta fleiri kaloriur. Fruktir og grøntsakir hava føðsluevnir (Beta-carotene, C og E vitamin), ið saman kunnu geva immunverju tíni eitt boost. Beta-carotene er ein sterkur antioxidantur, ið kan minka um bruna í kroppinum og styrkja um immunverjuna við at fóðra kroppinum við sjúku-berjandi tilfari. Hetta er m.a í søtum eplum og gularótum. C og E vitamin eru antioxidantar, ið stuðla kroppinum við at betra um náttúrligu immunverjuna. Piparfruktir, appilsinir, jorðber, brokkoli, mango, sitrón og aðrar fruktir eru ríkar í C vitamin. E vitamin kann m.a. fáast við at eta nøtur, spinat, brokkoli. Ibuprofen kann økja um smittuvandan, tí at ibuprofen vekir reseptorar, sum virus bindir seg at. Inntil hetta er granskað nærri, er best ikki at taka ibuprofen, uttan so at tað er hægst neyðugt. Svøvnur Tað er einfalt. Títt likam hevur tørv á svøvni fyri at virka á bestan hátt. Fært tú ikki nokk av svøvni, økist vandin fyri at fáa sjúkur sum m.a. hjartasjúkur, alzheimer og yvirvekt. Svøvnmangul hevur eisini beinleiðis samband við eina niðursetta immunverju. Um tú hevur avbjóðingar við at sovna, kunnu fruktir, grøntsakir og bønir hjálpa, tí fibur-ríkur matur kann hjálpa tær við at fáa ein djúpari og betur svøvn. Nú byrja veningar til fólk við Parkinson í hølinum hjá Burn Fitness. Venjingarnar verða mánadag og hósdag kl 1300 til kl 1400
1. venjing verður mándagin 2. Mars. Endamálið við venjingar-skeiðnum er at betra um kropsliga førleikan, sum viðførur, at tey luttakandi hava betri møguleika fyri at røra seg, vera virkin í gerandisdegnum, og harvið betra um lívsgóðskuna. Venjingarnar eru bygdar á sergjørdar venjingarhættir, m.a. PWR! (Parkinson Wellness Recovery) og Parkinson boksing, ið serliga hevur fingið viðvind í Danmark seinastu árini. Um tú ynskir at vita meir um tilboðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum 👇 Góðu kundar, framtiðar kundar og føroyingar sum heild, heima og uttanlanda.
😁🇫🇴... Vit vilja við hesum ynskja tykkum øllum, eini gleðilig jól🎉 Leygardagin 15/12 høvdu vit móttøku, og vit vóru sega glaðir fyri at síggja so nógv fólk vísa áhuga í virksemi okkara.
Til øll tey, ið ikki megnaðu at støkka inn á gólvið, leggja vit hesar myndir út av viðgerðar-hølinum 🤩 So er føroyska U16-landsliðið komið uppá pláss í Bangladesh, og fyrsta venjingin er av.
Niklas Reginsson frá NB Fysioterapi er við á túrinum og greiðir frá, at teir í dag vandu í 32 hitastigum á einum turrum og ójavnum vølli, og av tí sama vóru nakrir snuddir. Tað fylgdi Niklas upp uppá. |