NB FYSIOTERAPI
  • Forsíða
  • Um NB
  • Toymið
    • Bjartur B. Thomsen
    • Niklas Reginsson
    • Tróndur F. Tróndarson
    • Durita Reinert
    • Bjarma G. Arge
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Avriksfremjandi venjing
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Barna-Fysioterapi
    • Vinnu-loysnir
    • Massasja
  • Liðvenjingar
    • Knæ liðbands- og meniskskaðar
    • Osteoartrosa / Slit
    • Skift Knæ / Mjødn
    • Typa 2 Diabetes
  • Samband
  • Tíðindir

Tíðindir

Immunverju Boost

18/3/2020

0 Kommentarer

 
Billede
Í hesum blogginum eru trý høvuðspunkt, ið kunnu geva tínari immunverju eitt boost, og somuleiðis gera teg meir mótstøðuføran yvir fyri smittu.

Venjing

Venjing er altíð góð fyri títt likam, eisini tá ið tað viðvíkir immunverjuni. Tí er venjing ein góður háttur at geva tínari immunverju eitt BOOST! Um tær ikki dámar alt ov strævnar venjingar (maraton, iron man o.s.fr.), havi eg góð ráð til tín. 

Til dømis kann ein renni- ella gongutúrur vera ríkiligt fyri, at tín kroppur fær ta rørsluna, hann hevur tørv á fyri at betra tína immunverju.

Venjing kann hava fylgjandi ágóðar:
  • Lunguni kunnu reinsast fyri bakteriur, og hetta kann hava við sær, at ein niðursetur váðan fyri smittu.
  • Summi vilja vera við, at tá ið pulsurin økist og hjartað fær pumpað blóð skjótari ígjøgnum kroppin, førur tað til, at tey hvítu blóðlikamini skjótari kunnu uppspora sjúkur, og harvið fara í herðna.
  • Kropshitin økist, tá ið ein venur, og tað kann forða bakterium í at tær fleirfaldast. 
Ein løtt venjing um dagin ella annað hvønn dag, kann tískil vera eitt gott ískoyti til tín, sum ynskir at betra um immunverjuna.
 


Kostur

Við at eta minni feitt og meira grønt, kanst tú eisini geva tínari immunverju eitt boost. Tað sigst, at vegetarar hava betur ella meir effektiv hvít blóðlikam enn fólk, sum ikki eru vegetarar, av tí at teirra kostur inniheldur fleiri vitaminir og minni feitt. Tín kroppur hevur tørv á hvítum blóðlikamum við góðsku, so at kroppurin kann berja bakteriur, virus o.a.

Ein góð kropsvekt kann eisini betra um immunverju tína. Yvirvekt hevur ta avleiðing, at kroppurin er í øktum vanda fyri lungnabruna o.ø. sjúkum. Við at eta meir grønt, fær kroppurin fleiri fibrar, ið økir um tína mettheitskenslu, uttan at eta fleiri kaloriur.


Fruktir og grøntsakir hava føðsluevnir (Beta-carotene, C og E vitamin), ið saman kunnu geva immunverju tíni eitt boost.
Beta-carotene er ein sterkur antioxidantur, ið kan minka um bruna í kroppinum og styrkja um immunverjuna við at fóðra kroppinum við sjúku-berjandi tilfari. Hetta er m.a í søtum eplum og gularótum. 
C og E vitamin eru antioxidantar, ið stuðla kroppinum við at betra um náttúrligu immunverjuna. Piparfruktir, appilsinir, jorðber, brokkoli, mango, sitrón og aðrar fruktir eru ríkar í C vitamin. E vitamin kann m.a. fáast við at eta nøtur, spinat, brokkoli.

Ibuprofen kann økja um smittuvandan, tí at ibuprofen vekir reseptorar, sum virus bindir seg at. Inntil hetta er granskað nærri, er best ikki at taka ibuprofen, uttan so at tað er hægst neyðugt.
 


​Svøvnur

Tað er einfalt. Títt likam hevur tørv á svøvni fyri at virka á bestan hátt. Fært tú ikki nokk av svøvni, økist vandin fyri at fáa sjúkur sum m.a. hjartasjúkur, alzheimer og yvirvekt. Svøvnmangul hevur eisini beinleiðis samband við eina niðursetta immunverju.
Um tú hevur avbjóðingar við at sovna, kunnu fruktir, grøntsakir og bønir hjálpa, tí fibur-ríkur matur kann hjálpa tær við at fáa ein djúpari og betur svøvn.

0 Kommentarer



Efterlad et svar.

    Arkiv

    Juli 2020
    Juni 2020
    April 2020
    Marts 2020
    Februar 2020
    December 2019
    Oktober 2019

    Kategori

    Alle

    RSS-feed

​Telefon: 308600

​Email: nb@nb.fo
  • Forsíða
  • Um NB
  • Toymið
    • Bjartur B. Thomsen
    • Niklas Reginsson
    • Tróndur F. Tróndarson
    • Durita Reinert
    • Bjarma G. Arge
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Avriksfremjandi venjing
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Barna-Fysioterapi
    • Vinnu-loysnir
    • Massasja
  • Liðvenjingar
    • Knæ liðbands- og meniskskaðar
    • Osteoartrosa / Slit
    • Skift Knæ / Mjødn
    • Typa 2 Diabetes
  • Samband
  • Tíðindir