NB Fysioterapi letur eina klinikk upp í Vestmanna eftir páskir, virksemið byrja 14. apríl 2020.
Klinikkin er í venjingarmiðstøðini hjá Burn Fitness á Niðari Vegi 16. At byrja við, verður tað Bjartur Bernhardson Thomsen fysioterapeutur, sum kemur at verða á klinikkini hvønn týsdag og fríggjadag. Vit okkum til at veita eina dygdar tænastu. Tú kann bíleggja tíð við at ringja ella skriva til okkara. Ynskir tú at vita meir um, hvat arbeiði vit gera, ella um hvussu vit kunnu hjálpa tær, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við okkum á nb@nb.fo ella 308600. Vónandi taka tit væl ímóti okkum. Gleðiligar páskir, vit síggjast.🐥 Vinarliga Niklas Reginsson & Bjartur Bernhardson Thomsen
0 Kommentarer
Efterlad et svar. |
Arkiv
Juli 2020
Kategori |