NB Fysioterapi
  • Forsíða
  • UM NB
    • Um NB Fysioterapi
    • Samband
    • Toymið >
      • Bjartur B. Thomsen
      • Niklas Reginsson
    • BLOG
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Vinnu-loysnir

BLOG

Tí er tað umráðandi at fótbóltsleikarin hevur sterkar lærvøddar!

21/3/2022

0 Comments

 
Tað verður støðugt varpað meira og meira ljós á styrkivenjing í fótbólti, men ein kann undrast á hví tað er so, og hví serliga lærvøddarnir eru so umráðandi fyri fótbóltsleikarar?
30% av øllum fótbóltsskaðum eru lærvøddaskaðar. Á hægsta støði í fótbólti kann ein hópur á 25 leikarar vænta sær umleið 10 lærvøddaskaðar uppá eitt heilt kappingarár. Tað er serliga baklærið, ið er mest vanligi vøddin, sum far skaða í samband við fótbólt. Umframt vøddaskaðar, er ein leikari eisini í størri vanda fyri krossbands- og meniskskaða, um styrkin í lærvøddunum ikki er nøktandi.
Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hví ein leikari blívur skaddur, sum m.a. stívleiki, møði, ov nógv venjing og manglandi endurvenjing eftir ein gamlan skaða. Tó er tað serliga manglandi styrki, ið er orsøkin til hesar skaðar, og tað er har tað tann størsta orkan veðrur lagd í samband við fyribyrgjandi venjingar.
Eisini er tað sera umráðandi at ein leikari hevur javnvá í kroppinum. Leikarin skal helst hava javna styrki í for- og baklæri. Eisini skal munurin á høgra og vinstra beini eiheldur vera ov stórur.
Hetta kann mátast við einum dynamometri, sum vit m.a. hava á NB Fysioterapi klinikkini. Fyri at eitt lið skal kunna venja fyribyrgjandi er tað neyðugt, at styrkin hjá tí einstaka leikaranum verður mált javnan.
Billede
0 Comments

    Arkiv

    March 2022
    February 2022
    April 2020
    December 2019
    October 2019

    Kategori

    All

    RSS Feed

​Telefon: 308600

​Email: nb@nb.fo
  • Forsíða
  • UM NB
    • Um NB Fysioterapi
    • Samband
    • Toymið >
      • Bjartur B. Thomsen
      • Niklas Reginsson
    • BLOG
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Vinnu-loysnir