NB Fysioterapi
  • Forsíða
  • UM NB
    • Um NB Fysioterapi
    • Samband
    • Toymið >
      • Bjartur B. Thomsen
      • Niklas Reginsson
    • BLOG
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Vinnu-loysnir

BLOG

Skal ein brúka ís í samband við ein skaða?

18/2/2022

0 Comments

 
Billede
Talan er um eitt evni, sum serfrøðingar í áratíggju hava kjakast um, og nýggjastu tilmælini viðvíkjandi handfaring av akuttum skaðum stendur longur niðri.

Hevur tú upplivað hesa støðuna?
- Ein persónur beklar í einum dysti, og fólk rundanum rópa: ”Skaffa ís, skjótt!!”. Tað er inngrógvið í ítróttarheiminum, at ísur skal leggjast á ein skaða umgangandi, fyri at skaðin skal lekja so skjótt sum til ber; men hvat sigur gransking um nýtslu av ísi í sambandi við skaðar?

Tá ein skaði hendur í kroppinum, sendur kroppurin nakrar ávísar hormonir út til skadda økið, sum hava til uppgávu at lekja skaðan. Í dag eru tað serfrøðingar sum meina, at ísur kann forða kroppinum í at senda hesi hormonini til skadda økið, og harvið leingja um lekingartíðina 🥶

Í 2019 komu nýggj tilmælir, um hvussu ein skal handfara skaðar, og ísur er IKKI longur ein partur av hesum tilmælum.

Tilmælini eita PEACE & LOVE:
P: Protection
E: Elevation
A: Avoid NSAID
C: Compression
E: Education

L: Load
O: Optimism
V: Vascularisation
E: Exercise

Ein skal ikki viðgera skaðan við NSAID (ibuprofen o.a.), ella yvirreagera við ís-viðgerð næstu dagarnar, tí hetta hevur ongan fyrimun fyri skadda leikaran. Heldur skal skaðin fáa frið.
Eftir fyrsta dagin/dagarnar, skal fóturin í gongd aftur, og fóturin skal belastast stiðvíst á skynsaman hátt.

Vit vita í dag, at helst einasta ávirkanin ísur hevur á ein skaða er pínulinnan. Ísurin skal ikki vera tann berandi parturin í viðgerðini av akuttum skaðum, men ein kann forsvara nýtsluna av ísi, um ein metur at íðkarin hevur tørv á pínulinnandi viðgerð.
0 Comments

    Arkiv

    March 2022
    February 2022
    April 2020
    December 2019
    October 2019

    Kategori

    All

    RSS Feed

​Telefon: 308600

​Email: nb@nb.fo
  • Forsíða
  • UM NB
    • Um NB Fysioterapi
    • Samband
    • Toymið >
      • Bjartur B. Thomsen
      • Niklas Reginsson
    • BLOG
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Vinnu-loysnir