NB Fysioterapi
  • Forsíða
  • UM NB
    • Um NB Fysioterapi
    • Samband
    • Toymið >
      • Bjartur B. Thomsen
      • Niklas Reginsson
    • BLOG
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Vinnu-loysnir

BLOG

Alt um tann vanliga liðbandsskaðan í øklinum

15/4/2020

0 Comments

 
Billede
Øklaskaðar eru ein av mest vanligu skaðunum, bæði hjá íðkarum og almenninginum. Mett verður at áleið 40% av øklaskaðum henda í ítrótti, og í flestu førum í hondbólti, fótbólti og flogbólti.


​Kanning

Tá ein hevur beklað, eru tað tvey ting, ið vit sum fysioterapeutar í høvuðsheitum leggja dent á; sjúkrasøga og testir.
Tann sum hevur beklað, dugur í flestu førum at greiða frá hvussu skaðin hendi, og hvønn veg fóturin vendi tá viðkomandi kom til skaða. Sjúkrasøgan kann siga nógv um hvørjir vøddar og liðbond kunna hava tikið skaða. Tey sum bekla illani, hava pínu, hevilsi og avbjóðingar við at leggja vekt á fótin.
Um tað ber til, er tað gott at kanna økulin beint eftir skaðan, fyri at staðfesta hvør skaðin er. Um tað ikki ber til, er tað best at kanna fótin 4-5 dagar eftir at skaðin hendi, tí tá er pínan og hevilsi sum oftast minka mundandi, og harvið kunnu vit betur líta á tær testirnar vit nýta.
Testirnar vit nýta kunnu siga okkum nógv um skaðan. Sum tað fyrsta verður kannað eftir um viðkomandi hevur eitt brot í fótinum. Meta vit at talan er um eitt brot, viðmæla vit at viðkomandi fer í røntguna. Eisini testa vit eftir um vøddar og liðbond hava tikið skaða, og evt. hvussu stóran skaða. Hetta kann hava ávirkan á hvørja endurvenjingarætlan vit leggja til rættis.

Grad 1 - Forstrekt liðband
  • Mild pína, hovið, og eymt. Í flestu førum ikki misfarva. Ongin instabilitetur í økli og ongin trupulleiki við at leggja vekt á fótin.
  • Skaði: 1-3 vikur
Grad 2 - Lutvíst slitið liðband
  • Pína, hovið og eymt. Møguliga misfarva. Eitt sindur av instabiliteti í økli. Eitt sindur minni av rørslu í økli. Pína við at leggja vekt á fótin og við at ganga.
  • Skaði: 3-6 vikur 
Grad 3 - Slitið liðband
  • Nógv pína, hovið og eymt. Misfarva. Instabilitetur í økli og minni rørsla í økli. Ikki førur fyri at leggja vekt á fót og ikki førur fyri at ganga.
  • Skaði: Fleiri mánaðir


Útlit

Tey flestu merkja at pínan minkar innan tær fyrstu vikurnar, eftir ein øklaskaða. Summi merkja tó til skaðan í longri tíð, og summi eru so óheppin, at tey kunnu hava pínu í fleiri ár.
  • 5-46% hava ilt av og á í 1-4 ár eftir at hava beklað
  • 3-34% bekla umaftur
  • 33-55% merkja at økulin kennist óstabilur eftir skaðan


Fyribyrgjan

Vit viðmæla balansu- og stabilitetsvenjing av øklinum. Tað kann definerast sum venjing, ið avbjóðar:
  1. Kensluna av hvar fóturin er
  2. Evnini til at varðveita eina støðu hjá øklinum
Gransking vísir at balansu- og stabilitetsvenjing er tann besta fyribyrgjandi venjingin ímóti øklaskaðum, og fyri tey sum hava beklað fyrr, hevur tað eisini eina góða fyribyrgja ávirkan ímóti at ein beklar aftur.
Ein kann stuðla øklinum við tape ella einum skinnara, um ein hevur fingið ein øklaskaða. Serliga skinnarar kunnu fyribyrgja at ein gerst skaddur aftur. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum íðka ítrótt har ein skal finta (fótbólt og hondbólt).


Viðgerð

Vanligu viðgerðirnar fyri øklaskaðar eru:
  1. Rest, Ice, Compression, Elevation (RICE) hevur verið ein vanlig akut-viðgerð teir fyrstu tveir dagarnar eftir at ein hevur beklað. Tó er tað ongin gransking, sum bendir á at hetta hevur nakra góða langtíðarávirkan. Um ein vil fyribyrgja at økulin hovnar, og um ein ynskir pínulindran beint eftir skaðan, er RICE-prinsippið ein góð loysn.
  2. Ibuprofen (NSAID) kann hava eina pínulinnandi ávirkan beint eftir- og áleið tvær vikur eftir skaðan. Ibuprofen og onnur NSAID kunnu tó hava hjáárin (m.a. magasár og diarré) og kann eisini ávirka náttúrligu lekingina hjá kroppinum á ein neiligan hátt, og harvið leingja um skaðatíðina.
  3. Nýtsla av tape og skinnarum, loyvir tí skadda at lasta og røra fótin trygt og tíðliga. Tað vísir seg at skinnarar hava eina betri effekt enn kompressiónsbind, tape ella kinesiotape.


Niðurstøða

Eftir at ein hevur beklað skal ein kanning gerast. Hareftir skal ein endurvenjingarætlan skipast, ið passar til tann einstaka. Venjingin skal altíð vera á einum støði, ið er avbjóðandi fyri tann einstaka, og fyri at tryggja framgongd.
Tann størsti feilurin, ið føroyskir íðkarar gera er, at restin av kroppinum ikki verður styrktur í tíðini eftir at ein hevur beklað. Tað eru so nógvar venjingar ein kann gera, sjálvt um ein hevur beklað, ið kunnu betra um útlitini fyri at koma aftur til ítrótt, uttan at yvirbelasta aðrar partar av kroppinum.
Byrjar ein at venja balansu- og stabilitetsvenjing so skjótt sum møguligt eftir at hava beklað, kann tað fyribyrgja at ein beklar umaftur, betra um øklastabilitetin, gera at ein skjótari er klárur aftur til ítrótt og at ein upplivur minni pínu.
Billede
Niklas Reginsson
Fysioterapeutur
Teldupostur
0 Comments

    Arkiv

    March 2022
    February 2022
    April 2020
    December 2019
    October 2019

    Kategori

    All

    RSS Feed

​Telefon: 308600

​Email: nb@nb.fo
  • Forsíða
  • UM NB
    • Um NB Fysioterapi
    • Samband
    • Toymið >
      • Bjartur B. Thomsen
      • Niklas Reginsson
    • BLOG
  • Tænastur
    • Hjálp við trupulleikanum
    • Ítróttar-Fysioterapi >
      • Aftur til ítrótt
      • Ítróttar styrki- og performance test
      • Fysioterapi til ítróttarlið
    • Ultraljóðskanning
    • Vinnu-loysnir