Kanning Tá ein hevur beklað, eru tað tvey ting, ið vit sum fysioterapeutar í høvuðsheitum leggja dent á; sjúkrasøga og testir. Tann sum hevur beklað, dugur í flestu førum at greiða frá hvussu skaðin hendi, og hvønn veg fóturin vendi tá viðkomandi kom til skaða. Sjúkrasøgan kann siga nógv um hvørjir vøddar og liðbond kunna hava tikið skaða. Tey sum bekla illani, hava pínu, hevilsi og avbjóðingar við at leggja vekt á fótin. Um tað ber til, er tað gott at kanna økulin beint eftir skaðan, fyri at staðfesta hvør skaðin er. Um tað ikki ber til, er tað best at kanna fótin 4-5 dagar eftir at skaðin hendi, tí tá er pínan og hevilsi sum oftast minka mundandi, og harvið kunnu vit betur líta á tær testirnar vit nýta. Testirnar vit nýta kunnu siga okkum nógv um skaðan. Sum tað fyrsta verður kannað eftir um viðkomandi hevur eitt brot í fótinum. Meta vit at talan er um eitt brot, viðmæla vit at viðkomandi fer í røntguna. Eisini testa vit eftir um vøddar og liðbond hava tikið skaða, og evt. hvussu stóran skaða. Hetta kann hava ávirkan á hvørja endurvenjingarætlan vit leggja til rættis. Grad 1 - Forstrekt liðband
Útlit Tey flestu merkja at pínan minkar innan tær fyrstu vikurnar, eftir ein øklaskaða. Summi merkja tó til skaðan í longri tíð, og summi eru so óheppin, at tey kunnu hava pínu í fleiri ár.
Fyribyrgjan Vit viðmæla balansu- og stabilitetsvenjing av øklinum. Tað kann definerast sum venjing, ið avbjóðar:
Ein kann stuðla øklinum við tape ella einum skinnara, um ein hevur fingið ein øklaskaða. Serliga skinnarar kunnu fyribyrgja at ein gerst skaddur aftur. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum íðka ítrótt har ein skal finta (fótbólt og hondbólt). Viðgerð Vanligu viðgerðirnar fyri øklaskaðar eru:
Niðurstøða Eftir at ein hevur beklað skal ein kanning gerast. Hareftir skal ein endurvenjingarætlan skipast, ið passar til tann einstaka. Venjingin skal altíð vera á einum støði, ið er avbjóðandi fyri tann einstaka, og fyri at tryggja framgongd. Tann størsti feilurin, ið føroyskir íðkarar gera er, at restin av kroppinum ikki verður styrktur í tíðini eftir at ein hevur beklað. Tað eru so nógvar venjingar ein kann gera, sjálvt um ein hevur beklað, ið kunnu betra um útlitini fyri at koma aftur til ítrótt, uttan at yvirbelasta aðrar partar av kroppinum. Byrjar ein at venja balansu- og stabilitetsvenjing so skjótt sum møguligt eftir at hava beklað, kann tað fyribyrgja at ein beklar umaftur, betra um øklastabilitetin, gera at ein skjótari er klárur aftur til ítrótt og at ein upplivur minni pínu.
1 Comment
|
Arkiv
March 2022
Kategori |