Talan er um eitt evni, sum serfrøðingar í áratíggju hava kjakast um, og nýggjastu tilmælini viðvíkjandi handfaring av akuttum skaðum stendur longur niðri.
Hevur tú upplivað hesa støðuna? - Ein persónur beklar í einum dysti, og fólk rundanum rópa: ”Skaffa ís, skjótt!!”. Tað er inngrógvið í ítróttarheiminum, at ísur skal leggjast á ein skaða umgangandi, fyri at skaðin skal lekja so skjótt sum til ber; men hvat sigur gransking um nýtslu av ísi í sambandi við skaðar? Tá ein skaði hendur í kroppinum, sendur kroppurin nakrar ávísar hormonir út til skadda økið, sum hava til uppgávu at lekja skaðan. Í dag eru tað serfrøðingar sum meina, at ísur kann forða kroppinum í at senda hesi hormonini til skadda økið, og harvið leingja um lekingartíðina 🥶 Í 2019 komu nýggj tilmælir, um hvussu ein skal handfara skaðar, og ísur er IKKI longur ein partur av hesum tilmælum. Tilmælini eita PEACE & LOVE: P: Protection E: Elevation A: Avoid NSAID C: Compression E: Education L: Load O: Optimism V: Vascularisation E: Exercise Ein skal ikki viðgera skaðan við NSAID (ibuprofen o.a.), ella yvirreagera við ís-viðgerð næstu dagarnar, tí hetta hevur ongan fyrimun fyri skadda leikaran. Heldur skal skaðin fáa frið. Eftir fyrsta dagin/dagarnar, skal fóturin í gongd aftur, og fóturin skal belastast stiðvíst á skynsaman hátt. Vit vita í dag, at helst einasta ávirkanin ísur hevur á ein skaða er pínulinnan. Ísurin skal ikki vera tann berandi parturin í viðgerðini av akuttum skaðum, men ein kann forsvara nýtsluna av ísi, um ein metur at íðkarin hevur tørv á pínulinnandi viðgerð.
0 Comments
Leave a Reply. |
Arkiv
March 2022
Kategori |