Tað verður støðugt varpað meira og meira ljós á styrkivenjing í fótbólti, men ein kann undrast á hví tað er so, og hví serliga lærvøddarnir eru so umráðandi fyri fótbóltsleikarar?
30% av øllum fótbóltsskaðum eru lærvøddaskaðar. Á hægsta støði í fótbólti kann ein hópur á 25 leikarar vænta sær umleið 10 lærvøddaskaðar uppá eitt heilt kappingarár. Tað er serliga baklærið, ið er mest vanligi vøddin, sum far skaða í samband við fótbólt. Umframt vøddaskaðar, er ein leikari eisini í størri vanda fyri krossbands- og meniskskaða, um styrkin í lærvøddunum ikki er nøktandi. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hví ein leikari blívur skaddur, sum m.a. stívleiki, møði, ov nógv venjing og manglandi endurvenjing eftir ein gamlan skaða. Tó er tað serliga manglandi styrki, ið er orsøkin til hesar skaðar, og tað er har tað tann størsta orkan veðrur lagd í samband við fyribyrgjandi venjingar. Eisini er tað sera umráðandi at ein leikari hevur javnvá í kroppinum. Leikarin skal helst hava javna styrki í for- og baklæri. Eisini skal munurin á høgra og vinstra beini eiheldur vera ov stórur. Hetta kann mátast við einum dynamometri, sum vit m.a. hava á NB Fysioterapi klinikkini. Fyri at eitt lið skal kunna venja fyribyrgjandi er tað neyðugt, at styrkin hjá tí einstaka leikaranum verður mált javnan.
1 Kommentar
Talan er um eitt evni, sum serfrøðingar í áratíggju hava kjakast um, og nýggjastu tilmælini viðvíkjandi handfaring av akuttum skaðum stendur longur niðri.
Hevur tú upplivað hesa støðuna? - Ein persónur beklar í einum dysti, og fólk rundanum rópa: ”Skaffa ís, skjótt!!”. Tað er inngrógvið í ítróttarheiminum, at ísur skal leggjast á ein skaða umgangandi, fyri at skaðin skal lekja so skjótt sum til ber; men hvat sigur gransking um nýtslu av ísi í sambandi við skaðar? Tá ein skaði hendur í kroppinum, sendur kroppurin nakrar ávísar hormonir út til skadda økið, sum hava til uppgávu at lekja skaðan. Í dag eru tað serfrøðingar sum meina, at ísur kann forða kroppinum í at senda hesi hormonini til skadda økið, og harvið leingja um lekingartíðina 🥶 Í 2019 komu nýggj tilmælir, um hvussu ein skal handfara skaðar, og ísur er IKKI longur ein partur av hesum tilmælum. Tilmælini eita PEACE & LOVE: P: Protection E: Elevation A: Avoid NSAID C: Compression E: Education L: Load O: Optimism V: Vascularisation E: Exercise Ein skal ikki viðgera skaðan við NSAID (ibuprofen o.a.), ella yvirreagera við ís-viðgerð næstu dagarnar, tí hetta hevur ongan fyrimun fyri skadda leikaran. Heldur skal skaðin fáa frið. Eftir fyrsta dagin/dagarnar, skal fóturin í gongd aftur, og fóturin skal belastast stiðvíst á skynsaman hátt. Vit vita í dag, at helst einasta ávirkanin ísur hevur á ein skaða er pínulinnan. Ísurin skal ikki vera tann berandi parturin í viðgerðini av akuttum skaðum, men ein kann forsvara nýtsluna av ísi, um ein metur at íðkarin hevur tørv á pínulinnandi viðgerð. Kanning Tá ein hevur beklað, eru tað tvey ting, ið vit sum fysioterapeutar í høvuðsheitum leggja dent á; sjúkrasøga og testir. Tann sum hevur beklað, dugur í flestu førum at greiða frá hvussu skaðin hendi, og hvønn veg fóturin vendi tá viðkomandi kom til skaða. Sjúkrasøgan kann siga nógv um hvørjir vøddar og liðbond kunna hava tikið skaða. Tey sum bekla illani, hava pínu, hevilsi og avbjóðingar við at leggja vekt á fótin. Um tað ber til, er tað gott at kanna økulin beint eftir skaðan, fyri at staðfesta hvør skaðin er. Um tað ikki ber til, er tað best at kanna fótin 4-5 dagar eftir at skaðin hendi, tí tá er pínan og hevilsi sum oftast minka mundandi, og harvið kunnu vit betur líta á tær testirnar vit nýta. Testirnar vit nýta kunnu siga okkum nógv um skaðan. Sum tað fyrsta verður kannað eftir um viðkomandi hevur eitt brot í fótinum. Meta vit at talan er um eitt brot, viðmæla vit at viðkomandi fer í røntguna. Eisini testa vit eftir um vøddar og liðbond hava tikið skaða, og evt. hvussu stóran skaða. Hetta kann hava ávirkan á hvørja endurvenjingarætlan vit leggja til rættis. Grad 1 - Forstrekt liðband
Útlit Tey flestu merkja at pínan minkar innan tær fyrstu vikurnar, eftir ein øklaskaða. Summi merkja tó til skaðan í longri tíð, og summi eru so óheppin, at tey kunnu hava pínu í fleiri ár.
Fyribyrgjan Vit viðmæla balansu- og stabilitetsvenjing av øklinum. Tað kann definerast sum venjing, ið avbjóðar:
Ein kann stuðla øklinum við tape ella einum skinnara, um ein hevur fingið ein øklaskaða. Serliga skinnarar kunnu fyribyrgja at ein gerst skaddur aftur. Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum íðka ítrótt har ein skal finta (fótbólt og hondbólt). Viðgerð Vanligu viðgerðirnar fyri øklaskaðar eru:
Niðurstøða Eftir at ein hevur beklað skal ein kanning gerast. Hareftir skal ein endurvenjingarætlan skipast, ið passar til tann einstaka. Venjingin skal altíð vera á einum støði, ið er avbjóðandi fyri tann einstaka, og fyri at tryggja framgongd. Tann størsti feilurin, ið føroyskir íðkarar gera er, at restin av kroppinum ikki verður styrktur í tíðini eftir at ein hevur beklað. Tað eru so nógvar venjingar ein kann gera, sjálvt um ein hevur beklað, ið kunnu betra um útlitini fyri at koma aftur til ítrótt, uttan at yvirbelasta aðrar partar av kroppinum. Byrjar ein at venja balansu- og stabilitetsvenjing so skjótt sum møguligt eftir at hava beklað, kann tað fyribyrgja at ein beklar umaftur, betra um øklastabilitetin, gera at ein skjótari er klárur aftur til ítrótt og at ein upplivur minni pínu. Leygardagin 15/12 høvdu vit móttøku, og vit vóru sega glaðir fyri at síggja so nógv fólk vísa áhuga í virksemi okkara.
Til øll tey, ið ikki megnaðu at støkka inn á gólvið, leggja vit hesar myndir út av viðgerðar-hølinum 🤩 So er føroyska U16-landsliðið komið uppá pláss í Bangladesh, og fyrsta venjingin er av.
Niklas Reginsson frá NB Fysioterapi er við á túrinum og greiðir frá, at teir í dag vandu í 32 hitastigum á einum turrum og ójavnum vølli, og av tí sama vóru nakrir snuddir. Tað fylgdi Niklas upp uppá. Nýggju hølini hjá NB Fysioterapi taka nú skap inni í venjingarmiðstøðini Burn Fitness í miðbýnum í Tórshavn, og eru hølini í ger. Vit gleða okkum til at taka væl ímóti tykkum í nýggju hølunum í november mánaði!
Hey øll somul, hetta eru vit, Niklas Reginsson og Bjartur Bernhardson Thomsen, ið saman eiga NB Fysioterapi. Klinikkin hjá okkum letur upp í venjingarmiðstøðini Burn Fitness í miðbýnum, og eru hølini í ger. Vit fara Leypandi far at dagføra síðuna við tilfari, ið gevur tær eitt innlit í, hvørji tilboð og viðgerðir vit hava í NB Fysioterapi. Vit gleða okkum til at taka væl ímóti tykkum í nýggju hølunum í november mánaði!
|
Arkiv
March 2022
Kategori |